ÓKEYPIS undansýning av ‘Nånting måste gå sönder’

Fyri at hátíðarhalda festival vikuna, bjóða vit tær til eina ókeypis undansýning av NÅNTING MÅSTE GÅ SÖNDER (Something must break) Mádadagin 27 august kl 20 í SIRKUS.

FILMSBROT:

NÅNTING MÅSTE GÅ SÖNDER (Okkurt má brotna)

Leikstjóri: Ester Martin Bergsmark 

2014 | Svøríki | 81 min 

Svenskt | Danskur undirtekstur

Leikarar: J Saga Becker, Iggy Malmborg, Shima Niavarani og Mattias Åhlén

BERT FYRI VAKSIN

Seinni filmur eftir leikstjóra Ester Martin Bergsmark er ein rá og rørandi søga um samleika og seksualitet; og um mótgang – og hvussu man skal stríðast fyri at vinna á mótganginum. Sebastian (Saga Becker) hevur funnið seg sjálvan mitt millum bæði kynini og sítt alter-ego: Ellie. Og hóast hann hevur fleiri vinir, kennist tað sum eitt lív í einsemi. Tá ið hann so møtir Andreas, broytist hetta alt fyri eitt. Girndin er øgilig. Saman droyma teir um at venda øllum bakið, men Andreas stríðist framhaldandi við tankanum um at elska ein av sama kyni, og so fær parlagið ein enda. Og nú Andreas ikki er í myndini longur, byrjar Sebastian í smáum at lata sítt alter-ego trína fram og gera um seg. Bergsmark skrivaði handritið saman við Eli Levén, ið skrivaði skaldsøguna, ið filmurin byggir á. Saga Becker gjørdist fyrsti transkyndi persónurin í søguni, at vinna svensku virðislønina Guldbagge. Tað megnaði hon við rolluni sum Sebastian/Ellie – og tað kann bara sigast vera uppiborið.

Kom til GENDER BENDER ballið Leygarkvøldið, har TAMI T, ið hevur skrivað tema sangin ‘I Never Loved This Hard This Fast Before’ spælir.

http://fimff.fo/?page_id=1049

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *