FIMFF 2019 triðja árið á rað

Eini meira fjølbroyttar Føroyar við FIMFF

Faroe Islands International Minority Film Festival, eisini kallaður FIMFF, verður aftur á breddanum í oktober í ár. Sum heitið á filmfestivalinum sigur, so leggur FIMFF dent á minnilutar í Føroyum og Norðurlondum, og er hann soleiðis við til at skapa fjølbroytni í Føroyum – øllum føroyingum til gagns. Filmfestivalurin byrjar 9. oktober og koyrir heilt fram til 13. oktober. Tað vera bæði filmar, kjak, fyrilestrar og workshops á skránni hesar dagarnar.

Í ár byrja vit FIMFF LAB, ið er ætlað norðurlendskum filmsfólki, her kemur heimsviðurkendi filmsleikstjórin, Isold Uggadóttir, at halda workshop um tað at skriva handrit. Filmfestivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum 10. oktober og sýningarnar vera ávikavíst í Perluni og Reinsarínum. Hetta er triðja árið á rað at FIMFF verður, og hevur undirtøkan verið vaksandi fyri hvørt ár.


Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *