FIMFF vísir tveir filmar á TÓFF

FIMFF vísir tveir filmar í samstarvi við TÓFF – Tórshavn Film Festival hjá Norðurlandahúsinum í februar 2017.

Vit sýna stuttfilmin “Balcony” og dokumentarfilmin “I am Gay and Muslim” 19. februar 2017, kl. 19.30.

Q&A við leikstjóranum av dokumentarfilminum verður eftir framsýningina.

»BALCONY«

17 min. | Toby Fell-Holden | England 2015 | Mál: Enskt, dari | Undirtekstur: Enskt

Í einum grannalagi fylt við rasuspenningi, fellur Tina, ein trupul tannáringur, fyri Danu, ein nýggjur tilflytari frá Afghanistan, ið er offur fyri fordómum og skomm.

»I AM GAY AND MUSLIM«

54 min. | Holland 2012 | Undirtekstur: Enskt

Q&A við leikstjóranum verður eftir framsýningina.

Chris Belloni nýtti tað mesta av 2011 í Marokko, har tað at vera samkyndur enn er eitt strengt lógarbrot. Hetta árið fylgdi hann ymiskum ungum samkyndum monnum, sum deila teirra persónligu upplivingar, sum samkyndur í Marokko. Filmurin er vístur í meira enn 60 ymiskum filmfestivalum kring heimin.

Chris Belloni ger dokumentarfilmar, og hevur gjørt tveir aðrar dokumentarar, sum snúgva seg um queer (LGBT+) og tilflyting. Stuttfilmurin »The Decision« er vístur í meira enn 25 altjóða filmfestivalum. Chris Belloni er eisini festivalstjóri fyri International Queer Migrant Film Festival í Amsterdam.

Keyp atgongumerki til sýningina her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *