PALLBORDSFUNDUR & KJAK

PALLBORÐSFUNDUR

NÆR: Leygardagin, 1/SEPTEMBER 2018

HVAR: Perlan

KLOKKAN: 14:30 til 15:00

ATGONGD: Ókeypis

 

Jødahatur og islamofobi ger støðugt um seg, nú tølini vísa, at alsamt fleiri fremja haturbrotsverk ímóti jødum og muslimum. Hvør hevur skyldina? Hvør er orsøkin? Hvussu kunnu vit stevna ímóti einari friðarligari samtilveru? Spenningur millum ymiskar samfelagsbólkar er eitt viðkomandi kjakevni allastaðni í heiminum – eisini her í fjarskotnu Føroyum. So komið við, tá ið Heini í skorini, sum hevur tikið ph.d. granskingarprógv í altjóða politikki, fer at leiða spennandi kjakfund við skilagóðum pallborðsfólki um avbjóðingarnar við tíðarinnar fjølmentan – sæð í einum norðurlendskum baksýni. 

Við í kjakinum verða: Heini í Skorini, Donia Issa (The Field) – ein friðaraktivistur úr Palestina og Ísrael, Daniella Maja Nahor Ssitou (Copenhagen Jewish Film Festival), sum fæst við eina jødiska-muslimska-tvørmentanarliga samskiftisskrá í Keypmannahavn, og síðst men ikki minst – Yavuz Kurtulmus (Transition Film Festival Vienna), ættaður úr Turkalandi, men sum byrjaði queer-migrant-rørsluna í Eysturríki. 

Pallborðsnevnd:

Bilal Al-Issa

Daniella Maja Nahor Ssitou

Yavuz Kurtulmus

Kjakleiðari:

Heini í Skorini

 

 

 

 

 

 

 

KJAK  – AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR

 

 

 

 

NÆR: Sunnudagin, 2/SEPTEMBER 2018

HVAR: Perlan

KLOKKAN: 16:00 til 17:00

ATGONGD: Ókeypis

 

Flóttafólk á gáttini til Evropa: Opin ella stongd landamørk?

“Welcome to prison” stendur skrivað á einum veggi við eina móttøkumiðstøð á griksku oynni Lesvos. Teksturin á vegginum er ímynd av menniskjum í neyð og einum oyggjasamfelagi í desperatari búskaparligari kreppu. Túsundtals fólk doyggja á havinum, meðan hundraðtúsundtals rópa neyðarróp frá landi. Á teimum bonaðu gólvunum í Brússel kjakast evropeiskir leiðarar um, hvat Evropa kann og skal gera. Summi ynskja at steðga allari tilflyting her og nú, tí tilflyting hóttir evropeisku nationalstatirnar bæði fíggjarliga og mentanarliga. Onnur halda, at Evropa hevur eina humanitera, moralska skyldu at hjálpa menniskjum í neyð. “I don’t have a solution, and I do not have the power to change the rules”, sigur Hjørdis Kiara Zachariassen, sum hevur verið á griksku oynni Lesvos og sæð við egnum eygum, hvussu støðan gerst alsamt meira vónleys. Vit tosa við Hjørdis um desperatu støðuna á gáttini til Evropa. Og vit tosa eisini við Heina í Skorini um politisku tvístøðuna og mannarættindaligu avbjóðingarnar, sum evropeiskir politikarar skulu taka støðu til. Umboð fyri Reyða Kross fer at greiða frá flóttafólkastøðuni í heiminum í dag, og Regin Winther Poulsen, sum hevur vitjað flóttalegur í Jordan í Miðeystri, fer eisini at greiða frá sínum upplivingum har. Bilal Al-Issa  fer at greida frá um konfliktina í Ísrael/Palestina.