LISTAFRAMSÝNINGAR

MYNDAFRAMSÝNING

NÆR/when: 31/AUGUST – 2/SEPTEMBER

HVAR/where: Perlan

ATGONGD/entrance: Ókeypis/ free

 

SILENT WAR

Um myndarøðina “Silent War“:

“Myndarøðin Silent War er tikin í Israel og Palestina, og merkir persónliga nógv fyri meg. Tað er fyrstu ferð eg brúkti fotografiið at miðla mína støðutakan til eitt evni. Tær eru ein lýsing av hvussu eg upplivdi stríðið ímillum londini, eitt stríð tey flestu meta vera ov torskilt at taka stöðu til. Ósemjan er eitt kríggj um land og vatn; eitt kríggj um náttúrutilfeingið. Eg vil at áskoðarin skal merkja vónloysi frá kríggi og huglagið av einum landi, ið er hertikið.”

Alda Mohr Eyðunardóttir (f.1997) gongur á listaskúlanum VERA í Keypmannahavn. “Fyri tveimum árum síðani byrjaði eg av álvara at brúka myndlist at uppbyggja mítt visuella univers. Mínar myndir eru oftast ein granskan av mær sjálvum ella tí, ið hendur uttan um meg. Myndirnar eru mínar hugsanir.”  Alda er sloppin inn á Iceland University of the Arts næsta ár, og hevur verið til upptøkuroynd á Oslo National Academy of Arts, har hon bíðar eftir svari.

 

 

 

 

FEMME IN PUBLIC

Femme in Public er eitt “fashion direct action”, eitt mótmælistiltak og ein lovprísan. Myrkar gender-non-comforming-femmes ganga sínar egnu leiðir í Cape Town og vísa heiminum, at transfeminitetur er vakur og máttmikil. Í einum heimi, hvar harðrend átøk ímóti myrkum øðrvísihugsandi trans-fólkum verða framd, royna hesi listafólk og aktivistar at vísa á teirra felagsskap og frælsi.

Vitja www.iranti-org.co.za og les nærri.