VIRTUAL REALITY (VR)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

NÆR: Leygardagin, 1. september 2018 

HVAR: Reinsaríið

KLOKKAN: 14.00-15.00

ATGONGUMERKI: 80,-/ Festival Pass

Keyp atgongumerki her // ella keyp Festival pass her

 

VR – framtíðin innan film?

Filmssøgan hevur verið í støðugari menning, líka síðan fyrstu filmarnir vórðu sýndir í 1895. Seinastu árini hava vit tó sæð heilt stórar tøkniligar broytingar við 3D-filmum og 4K-uppvørpum við 7.1 surround-ljóði. Hetta er vorðin vanligur partur av fleiri biografum. Vit kenna næstan ikki til annað longur. Men hvat verður so tað næsta? Jú – virtual reality. Við virtual reality (VR) kunnu fólkini í salinum nú taka lut í filminum. Vit hava lagt okkum eina við at kanna, hvat gongur fyri seg í VR-vinnuni í løtuni, og hví filmsframleiðarar eru vorðnir so drignir at hesum. Tað verður eitt av undangongufólkunum innan VR, Rose Troche, ið kemur at hava framløgu um hetta. Hon fer at greiða frá tøknini, avbjóðingunum og seinastu menningini við VR. Síðan fer hon eisini at siga frá egnum royndum sum VR-slóðbrótari. Hetta er eitt upplagt høvi hjá áskoðarum og framleiðarum at uppliva VR frá fyrstu hond, tí Troche fer at sýna summar av filmum sínum – m.a. If Not Love – og so eisini eitt spildurnýtt verk, hon hevur leikstjórnað, sum eitur ❌; har kanst tú uppliva, hvussu tað kennist at ganga ígjøgnum eina ísraelska eftirlitsstøð. 

rose troche

 

 

 

 

 

 

 

Les nærrið um VR, vitja heimasíðuna

 

Hetta tiltakið er møguligt grundað