STUTTFILMAR EFTIR QUEER-FLÓTTAFÓLKUM

STUTTFILMAR

‘STUTTFILMAR EFTIR QUEER-FLÓTTAFÓLKUM’ 

NÆR/when: Fríggjadag 31/AUGUST

KLOKKAN/time: 17:00

ATGONGD/entrance: 80,-//Festival Pass

Keyp atgongumerki her//ella keyp Festival Pass her

 

 

 

 

 

 

My Refugee Story (Mín flóttafólkasøga)

Libanon | 2016 | 17 min.
Leikstjóri: Nour Metwally

My Refugee Story er ein samanseting av hjartaskerandi frásøgum um harðskap, mismun og burturvísing, sum mong LGBTIQ+ flóttafólk koma út fyri. Filmurin er leikstjórnaður og kliptur av ofrum, ið komu frá tí við lívinum. 

Mukwano 

Danmark | 2016 | 30 min.
Leikstjórni: Cecile McNair

Mary leitar sum í blindum eftir damu sínari, sum hvarv, tá tær rýmdu saman úr Uganda. Í samrøðu við Flygtningenævnet í Danmark rennur tað fram fyri henni, at hon kanska hevur gloymt at givið sær far um eitt heilt serligt spor, sum kanska kann leiða hana til damu sína.

Migrant Mixtape (Eitt fremmant mixtape)

Kanada | 2017 | 22 min.
Leikstjóri: Eli Jean Tahchi

Nakrir LGBT-einstaklingar úr Arabia senda Helem Montreal eitt mixtape við upplisnum brøvum frá flóttafólkum. Hesi søkja stuðul og friðskjól í Kanada til tess at flýggja frá ørskapinum og harðskapinum í teirra heimlandi. 

10,579 km: Ein queer-ferð úr Damaskus til Vancouver. 

Kanada | 2016 | 10 min.
Leikstjóri: Love Intersections

Aktivisturin í LGBTQ-undirgrundini í Sýria, Danny Ramadan, hevur leingi verið eltur og forfylgdur av valdstýrinum í Sýria. Tí gjørdi hann av at flýggja langa teinin heilt úr Damaskus til Vancouver. 

Innleiðsla og stuttfilmssýning:

Transition vísir á, hvussu ymiskir og fjølbroyttir minnilutabólkarnir eru í LGBTIQ. Hvønn novembermánað í Wien í Eysturríki beina tey fyri stereotýpum. Áskoðarar taka lut í kjaki, verkstovum og fyrilestrum við tí fyri eyga at gera minnilutabólkar sjónligari. Tey reisa spurningar um fólk, ið rýma av landinum, flóttafólk, konufólk, fólk við ymsum húðarliti, avlamisfólk, trans-fólk, spurningar um átrúnað og mangt annað. Tey, ið eru partur av einum minnilutabólki í einum minnilutabólki, vita, at teirra stríð, teirra søga verður alofta viskað burtur. Í besta føri verður bert ein síða av søguni fortald – við einari rúgvu av stereotýpum.

Festivalstjóri, Yavuz Kurtulmus, fer at innleiða filmsfestivalin og at vísa okkum skránna við queer-flóttafólkastuttfilmum, hann hevur sett saman til ársins FIMFF.