2nd FAROE ISLANDS INT’L MINORITY FILM FESTIVAL

Verið vælkomin á filmsfestivalin Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) – hin seinni í røðini. 

Skulu vit kempa fyri inklusjón, fyri tollyndi og fyri mannarættindi í heiminum, er tað neyðugt, at vit verða bæði hoyrd og sædd. Serliga nú útlendingahatur ger so nógv um seg. Sum teir aktivistar vit eru, nýta vit tí øll høvi til at tala at – heldur enn at tiga. Endamálið við FIMFF er tí, at málið kemur í ljósmála. Á henda hátt eggja vit fólki at taka ábyrgd. FIMFF er ein leikpallur fyri queer og aðrar minnilutar – men eisini ein stríðsvøllur fyri okkum øll, ið ger tað eitt sindur lættari fyri okkum at kjakast um mentan, fólkasløg, átrúnað, seksuellan samleika og onnur torfør og viðkvom evni.

Ársins festivalur hevur nógv at siga fyri okkum, nú vit eru farin undir okkara fyrstu FIMFF-ungdómsskrá. Vit birta uppundir og arbeiða fyri fjølbroytni og inklusjón í skúlunum og millum okkara ungu. Í hesum sambandi verður ein kjakfundur um mannarættindi, ið Amnesty International stendur fyri. Síðani verður eisini høvi at hoyra fyrilestur um framtíðina innan film, tá ið framleiðarin Rose Troche úr Amerika fer at fortelja okkum um virtual reality. 

Og so til nakað annað: Í ár verður upp aftur meir av glitri og glansi. Leygarkvøldið verða veitsludyrnar latnar upp, og vit koma sanniliga í góðar hendur, tá ið Tinus, ein professionell draq queen úr Danmark, og tónleikarin Tami T úr Svøríki fara at halda gleim á stóru GENDER BENDER-veitsluni. Vit runda filmsfestivalin av við íslendska stórfilminum Andið Eðlilega – undir leiðslu av leikstjóranum sjálvum: Ísold Uggadóttir.

Átrúnaðar- og mentanarstríð verða løgd undir sjóneykuna og tikin til viðgerðar – bæði í filmunum, vit sýna, men eisini í pallborðsorðaskiftum. Eitt av hápunktunum er eitt nú filmurin Gospel of Eureka, ið er ein filmur um ein lítlan bý, har kristin og samkynd liva saman í sátt og semju. Hetta er fyrstu ferð, at filmurin verður sýndur í Norðurlondum. Aftur at hesum koma umboð fyri tveir filmsfestivalar, Jewish Film Festival og Transition Queer Minorities Film Festival, at presentera hvør sína filmsskrá. 

So – á øðrum sinni – vælkomin á ársins FIMFF. Vit hava eina fýra-daga-filmsskrá, ið er á tremur við fjølbroyttum og framtakshugaðum filmum. Alt frá ramasta álvara til skelliláturs. 

Vegna okkara raska toymi vil eg fegin siga stóra takk til stuðul okkara, Nordisk Kulturfond, og annars øll, vit hava samstarvað við. Vit eru sera takksom. 

Gerið so væl!

Nadia Abraham,

Festivalstjóri