Gestir / Guests

SHERIN KHANKAN

Sherin Khankan er fyrilestrahaldari, rithøvundur, aktivistur, sjónvarpsvertur og undirvísari. Útbúgvin magistari í átrúnaðarsosiologi og trúarspeki frá universitetinum í Keypmannahavn. 

Sherin er serkøn í islamskari nútíðaraktivismu í miðeystri. Hon er stovnari og fyrisprákari fyri Forum for Kritiske Muslimer, sum er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri eini tulking av Koranini, sum kann sameinast við okkara samfelag og samtíð. Felagsskapurin virkar eisini fyri kvinnuligari muslimskari leiðslu og arbeiðir til frama fyri kvinnuligum imamum.

Sherin Khankan er stovnari og leiðari í Exitcirklen – í móti sálarligum harðskapi og sosialari kontrol – og stovnari av Syrian Opposition in Denmark. 

Harafturat er hon høvuðspersónur í heimildarfilmurin ‘The Reformist’ hjá Marie Skovgaard, ið varð frumsýndur á CPH:DOX í 2019.

English:

Sherin Khankan is a lecturer, published author, columnist, activist, tv-hostess, and public educator. She holds an MA. in Sociology of Religion and Philosophy from the University of Copenhagen. 

Khankan is specialized in contemporary Islamic activism in the Middle East. She is the founder and spokeswoman for the Association of Critical Muslims, which works to promote an interpretation of the Quran that is in balance with our times and the societies that we live in. The association also promotes female Muslim leadership and advocates for female imams.

Sherin Khankan is the founder and leader of The Exitcircle – against mental violence and social control – and founder of the Syrian Opposition in Denmark.

Furthermore, she is the main protagonist in the documentary ‘The Reformist’ by Marie Skovgaard, which premiered at CPH:DOX in 2019.

MARIE SKOVGAARD

Leikstjóri Marie Skovgaard er kend fyri sín áhuga fyri minnilutum og javnrættindum, sum eru afturvendandi evni í hennara verkætlanum: Sjónvarpssendirøðin ‘Children on the Run’, talgilda verkætlanin ‘Syriatypes’ og áðurnevndi ‘The Reformist’. Harumframt hevur Marie Skovgaard gjørt filmar í Sýria og verið við at leikstjórna VR-upplivingina ‘Afripedia’.

English:

Director Marie Skovgaard is known for her commitment to minorities and equality; themes already consistent in the earlier projects she has been involved in, such as the TV series ‘Children on the Run’, the digital project ‘Syriatypes’ and ‘The Reformist’. Additionally, Marie Skovgaard has co-directed the VR-experience ‘Afripedia’ and has made films in Syria.

 

ASHLEY JOINER

Eftir loknan lestur á Central Saint Martins í 2012 byrjaði Ashley Joiner sína starvsleið sum klippari fyri lýsingakundar so sum NIKE, Toyota og Facebook. Eisini hevur hann klipt tónleikasjónbond fyri tónleikarar, eitt nú M.I.A. Ashley hevur síðan leikstjórnað sjónvarpslýsingar, tónleikasjónbond, heimildarfilmar og filmað í samband við sjónleikir. Í desember 2017 varð Ashley nevndur ein av ‘Five Queer Filmmakers to Watch Out For’ í GAY Times. Í løtuni arbeiðir hann upp á eina røð av stuttfilmum í samstarv við The Commonwealth Equality Network, sum savnar LGBTQ+ aktivistar og felagsskapir innan øllum Commonwealth.

English: 

Graduating from Central Saint Martins in 2012, Ashley Joiner began his career working as an editor with commercial clients including NIKE, Toyota and Facebook as well as on music videos for artists including M.I.A. Ashley has since stepped up and directed commercials, music videos, documentaries and filmed work for theatre productions. 

In December 2017, Ashley was named one of GAY Times’ ‘Five Queer Filmmakers to Watch Out For’. He is currently working on a series of short films in conjunction with The Commonwealth Equality Network, which brings together LGBTQ+ Activists and Organisations from across the Commonwealth.

 

MEGAN MOORE

Megan Moore er ein av fremstu Drag Queens í Danmark. Síðan hon var 16 ár, hevur hon ferðast kring landið og upptraðkað. Tá ið hon var 18, fór hon á ferð í gjøgnum USA, har hon menti sínar gávur at undirhalda bæði stórar og smáar fjøldir. Hon er serkøn í vertskapi á pallinum og at eftigera kend fólk sum Dolly Parton, Liza Minnelli, Celine Dion og Mariah Carey. Nu vitjar hon í Føroyum – tit kunnu gott gleða tykkum!

English: 

Megan Moore is one of Denmark’s leading Drag Queens. She has been touring around the country since she was 16. When she was 18, she toured the United States and has since had flair for both intimate and large gatherings. She is a specialist at ‘on stage hosting’, as well as celebrity imitations such as Dolly Parton, Liza Minnelli, Celine Dion and Mariah Carey. Now she is visiting the Faroe Islands – You may be excited!

GNUCCI

Ana Rab, betri kend sum GNUČČI, er eitt lívligt jugoslaviskt/svenskt listafólk. Hon er sjálvlærd og erpin DIY’ari, sum er við at skapa sær eitt navn við síni serstøku útlegging av klubb tónleiki. GNUČČI nýtir eitt breitt úrval av stílum, eklektiskum ávirkanum og tónaleikaligum rúmi at gera stórfingnar, bass-hugaðar sangir. Hvørt tú verður rakt/ur av hennara orkumikla lagi, skemtingarsama rappi ella sjarmerandi sangi og hooks, er GNUČČI ein lívsterk rødd og ein uppliving, sum tú bara mást síggja við egnum eygum.

English:

Ana Rab, better known by her stage name GNUČČI, is an exuberant Yugoslavian/Swedish artist and performer. Proudly DIY and self-made, she is establishing a name for herself with her unique take on club music. GNUČČI uses a wide field of styles, eclectic influences and musical spaces to make bombastic, bass-oriented songs.

Whether you are hit by her energetic cadence, witty raps, or her charming voice and hooks, GNUČČI is proving herself a vital voice and a someone you must experience live.

 

 

IMG-3221

ELI EL SULTAN

Eli Sultan varð føddur í Libanon. Hann gjørdist eldhugaður í eysturlendskum dansi, sum er bannaður fyri menn. Hann býr í París, har hann avdúkar meira og meira av sínum kroppi, sum kemur undan slørinum, ið fjalir hann. Hansara framførslur viðgera tað heilaga, vanhalgan, skurðgudadyrkan, sensualitet og hugførsluna av sansunum saman við kroppinum.

 

 

English: 

 

Eli Sultan was born in Lebanon. He has developed a passion for oriental dances that are forbidden for men. He lives in Paris where he unveils more and more of his body but wears the veil. His performances focus on the sacred, the profane, fetishism, sensuality and a trance with the senses with the body.

He appears in films and videos; five with Stefan Marti and ‘BELLY DANCER’ by Pascal Liévre, as well as a video with Fatima Al Qadiri. While being active in the performance art field, Eli Sultan has also obtained a Master in Art Therapy.

Tonny Liljenberg

Tonny er eigari av Draghouse í Keypmannahavn og framleiðslustjóri í einum størstu drag tiltøkum í verðini: Drag Night (fyri Copenhagen Pride). Harumframt hevur hann arbeitt sum plátuvendari í 20 ár.



English:
Tonny is the owner of Draghouse in Copenhagen and he is the producer of one of the worlds biggest drag shows, Drag Night (for Copenhagen Pride). As well as this he has been DJing for 20 years.