Dómsnevnd / Jury

JÓN HAMMER

Jón Hammer arbeiðir sum framleiðslustjóri fyri Adomeit Film Denmark og framleiðir filmar á føroyskum við hansara fyritøku KYK. Hann er ein framleiðslustjóri við altjóða royndum, sum fyri stuttum er fluttur heim til Føroyar. Jón byrjaði sína yrkisleið sum framleiðslustjóri hjá Zentropa, áðrenn hann skifti til Adomeit, har hansara seinastu verk fevna um “Dreams by the Sea” (Gøteborg IFF ’18) hjá Sakaris Stórá, “The Orphanage” (Quinzaine des Réalisateurs ’19) hjá Shahrbanoo Sadat og “Resin” (Toronto IFF ’19) hjá Daniel Borgman. Hann er kandidatur frá Rotterdam Lab, limur í EAVE og nevndarlimur í Faroese Film Institute.

English: 

Jón Hammer is an internationally experienced producer that recently relocated to his native Faroe Islands. Jón started his producing career at Zentropa before moving to Adomeit, where his recent credits include Sakaris Stórá’s “Dreams by the Sea” (Gøteborg IFF ’18), Shahrbanoo Sadat’s “The Orphanage” (Quinzaine des Réalisateurs ’19) and Daniel Borgman’s “Resin” (Toronto IFF ’19). He is an alumnus of Rotterdam Lab, member of EAVE and a board member of the Faroese Film Institute. Jón works as a producer for Adomeit Film Denmark while continuing to produce films in his native Faroe Islands through his own company KYK.

 

 

ÍSOLD UGGADÓTTIR

Ísold Uggadóttir er rithøvundur/leikstjóri úr Íslandi. Fyri stuttum fekk hon virðislønina fyri Best Director á Sundance FF fyri sín film “And Breathe Normally”, sum nú liggur á Netflix. Harumframt vann filmurin FIPRESCI Award á Göteborg FF og fleiri aðrar virðislønir. Stuttfilmarnir Family Reunion, Committed, Clean og Revolution Reykjavik hava havt sýningar á talríkum festivalum kring heimin og hava vunnið fleiri virðislønir. Ísold er magistari í handriti og leikstjórn frá Columbia University í New York.  Screen International nevndi hana “eina av rísandi stjørnunum í íslendskum filmi.”

English:

Ísold Uggadóttir is a writer/director from Iceland. Most recently she was awarded as Best Director at the Sundance FF for her feature film And Breathe Normally, as well as receiving the FIPRESCI Award at Göteborg FF, including numerous others. Her short films, Family Reunion, Committed, Clean and Revolution Reykjavik have screened at countless festivals worldwide, winning multiple awards. Ísold holds a master’s degree in writing and directing from Columbia University in New York. Screen International named her “one of the rising stars of Icelandic film.” 

 

SILJE POULSEN VIKI

Silje er skrásamskipari fyri HUMAN International Documentary Film Festival í Oslo. Hon hevur arbeitt við ymiskum film festivalum í Norra seinastu 9 árini. Hon er magistari í Conflict Resolution and Reconciliation frá Trinity College Dublin.

English:

Program Manager for HUMAN International Documentary Film Festival in Oslo, Silje has been working with various film festivals in Norway for the last 9 years. She holds an MA in Conflict Resolution and Reconciliation from Trinity College, Dublin.