FIMFF GENERATION

FIMFF Ungdómur / Youth

Sum ein liður í festivalinum verður eisini ein ungdómsskrá snikkað saman til næmingar úr 7. til 10. flokk. Hetta eru filmar, ið eru viðkomandi fyri hesi ungu. Filmar, ið snúgva seg um kynsligan samleika, mismun og inklusjón. Hetta skapar karmar um orðaskifti, og til staðar verður ein serkønur kjakleiðari. Endamálið verður at vísa á, hvussu neyðugt og gott tað er at skilja og virða ymiskleikan í skúlum okkara og í samfelagnum.

 

Set teg í samband við fyrireikararnar fyri nærri kunning, ella um tú kundi hugsað tær at fingið filmarnar sýndar í tínum skúla.

 

In extension of the festival, there is an educational program for students in grades 7 through 10.

We screen films with the aim to facilitate a group dialogue on dealing with issues regarding gender identity, discrimination and inclusivity. Lead by a professional moderator, the aim is for students and teachers to understand, respect, celebrate and give room for more diversity in our schools and our community.

 

Please contact the festival managers for more information, or if you are interested in bringing this program to your school.

 

Drag Akademiið / Drag Academy

Photo: Jens Kr. Vang

Endamálið er at eggja nýggjum drag queens í Føroyum at trína fram, at heiðra ymiskleikan, spæla við kynsnormarnar og at breiða kærleika og gleði gjøgnum hesa listagrein.

 

Drag-akademiið gevur nú føroyingum, ið droyma um at vera drag-queens, møguleikan at royna seg. Her fæst leiðbeining og ráð um parúkkar, make-up, búnar og enntá hvussu man gongur í høghælaðum skóm. Okkara queens verða boðnar til eina loyniliga verkstovu. Her undirvísir ein professionell drag queen í, hvussu man fær sjálvsálit til at stíga fram á palli í einum fullsettum leikhúsi – og høvið býðst, tá stóra leygarkvøldsveitslan verður hildin.

 Drag-akademiið er opið fyri øllum, ið kundu hugsað sær at verið drag-queens – óansæð førimun.

 

Our aim with this program is to encourage new and aspiring drag queens in the Faroe Islands to celebrate diversity, play with gender norms and spread some love and joy through this art form .

 

Drag Academy is giving Faroese-aspiring Queens and Kings a platform to receive guidance and advice on everything from wigs, makeup, costumes and even walking in high heels. Our Queens are invited to a private closed workshop held by a professional drag queen, with the aim of gaining self confidence to perform in front of a live audience; which they are invited to in our Saturday night show.

The academy is open to all levels, and anyone who wants to learn more about becoming a drag queen.

 

We are proud to present the Danish Drag Queen Megan Moore, who will be hosting the 2019 workshop, and will be performing in our Saturday night GENDER BLENDER party.

 

Let’s make Faroese ‘Drag Herstory’!